Árliga kórstevnan, ið Kórsamband Føroya skipar fyri ,verður í ár hildin á Miðnámsskúlunum á Kambsdali í døgunum 25. til 27. apríl.
Hesaferð er tað kórið Eystanljóð, ið er vertur fyri kórstevnuni.
Kórstevnan verður hildin eftir sama leisti sum gomlu kórstevnurnar, har tey einstøku kórini hava høvi at framføra egna skrá.
Høvuðsinnihaldið í kórstevnuni er tó stóra felagskórið, sum í ár verður stjórnað av Robert Sund. Robert Sund er vælkendur í norðurlendskum kórhøpi og er eisini kendur í føroyskum kórstevnuhøpi, har hann hevur stjórnað stóra felagskórinum tríggjar ferðir fyrr, eitt nú tá kórstevnan seinast varð hildin í Gøtu/Leirvík.
Á skránni í ár verður bæði traditionellur svenskur kórtónleikur og nýmótans rútmiskur tónleikur.
Kórstevnan byrjar hósdagin 25 april við at sungið verður til flaggdagshaldið í Leirvík. Møtt verður í fimleikarhøllini í skúlanum í Leirvík klokkan 15. Stóra flaggdagskórið verður stjórnað av Ólavi Hátún, ið áhaldandi hevur arbeitt fyri føroyskum kórtónleiki í mansaldrar.
Kórstevnan endar við konsert við stóra felagskórinum leygardagin 27. apríl.