Kórsamband Føroya skipar fyri eini stórari korstevnu, sum verður í Havn í døgunum 2.-4. juni. Tvær forkunnugar vitjanir koma úr ávikavist Íslandi og Danmark. Úr Íslandi kemur Jón Stefánsson við kori sínum, Kór Langholtskirkju, og úr Danmark kemur Jim Daus Hjernø við sínum professionella kóri, Vox North.
Jón Stefánsson fer at arbeiða við nútíðarklassiskum, íslendskum og norskum kórsatsum, meðan Jim Daus Hjernø við sínum serstaka arbeiðslagi fer at geva grundleggjandi íblástur til rytmiskan kórsang við bæði ungum og fúsum, eins væl og eldri garvaðum kórsangarum.
- Hetta verður ein spennandi stevna, og vit í kórsambandinum vóna sjálvandi, at nógvir kórsangarar fara at melda seg til luttøku í felagskórinum, sum fer at hava konsert í Norðurlandahúsinum, eins og gestakórini fara at hava, sigur formaðurin í Kórsambandi Føroya, Ólavur Hátún.
Hann vísir á, at tilmeldingarfreistin er mánadagin 2. mai á telduadressuni: helena@kallnet.fo ella tlf. 312908.
Kórstevnuskráin sær soleiðis út:
Hósdagin 2. juni:
14-17 Venjing við kaffisteðgi
17-18 Nátturasteðgur
18-21 Venjing við kaffisteðgi
21-24 Aftersinging
Fríggjadagin 3. juni:
15-18 Venjing við kaffisteðgi
18-19 Nátturasteðgur
19-22 Venjing við kaffisteðgi
22-00.30 Aftersinging
Leygardagin 4. juni:
10-13 Venjing við kaffisteðgi
13-14 Matarsteðgur
14-15 Aðalroynd
17 Konsert í Norðurlandahúsinum við felagskórinum og gestakórinum
19 Veitsla í hølum Argja Róðrarfelags