Klokkan 19.00 í kvøld verður stór stuðulskonsert í Vesturkirkjuni, har ein røð av fremstu føroysku tónleikarunum taka lut. Tey, sum framføra eru Hallur Joensen, Cantabile, Lena Andersen, Martin Joensen, Jens Marni Hansen og Lív Næs.
Konsertin er ókeypis, og tað verður savnað inn til átakið ?Í menniskjum góðum tokki,? meðan konsertin er. Alt sum kemur inn verður óskert býtt út til familjur, sum hava tørv á jólahjálp.