Stór jólakonsert í Christianskirkjuni

Stóra Jólakonsertin, sum Klaksvíkar Hornorkestur síðani 1965 hevur skipað fyri í Christianskirkjuni, var í kvøld.

Hetta var sostatt konsert nummar 46 í røðini, síðani Klaksvíkar Hornorkestur trúliga hvørt ár hevur skipað fyri hesi serstøku konsert, sum øll gleða seg til – og tey, sum eru uttanlands, leggja sær ofta jólafrítíðina eftir, nær jólakonsert í Christianskirkjuni er.

Ikki síðani Sissel Kirkjebø hevði konsert í Ckristianskirkjuni fyri mongum árum síðan, hava verið so nógv fólk í kirkjuni til konsert – eini 1200 fólk helt onkur kønur fyri.

Klaksvíkar Hornorkestur við Ova Olsen og Andras Sólstein á odda, hvødu boðið Betesdakórinum, sum fyri fyrstu ferð hevur sungið á jólakonsertini í Ckristianskirkjuni. Kórið, sum sigst vera tað elsta í landinum, og eisini vegna sínar ríku siðvenjur, er eitt hitt frægasta kórið í landinum, hevur Árni Jacobsen og Torkil Mørkøre sum leiðara.

Byrjað varð við felagssangi, síðani kom Klaksvíkar Hornorkestur og spældi nøkur jólaløg. Eftir eina stutta andakt, við Magnus Brahé Jørgensen, presti, sang Betesdakórið 10 løg.

Til endans sungu og spældu kórið og orkestrið saman tveir sálmar og endaðu við Gleðilig jól, har urgan eisini leikti við. Tó var ikki nógv at hoyra hvørki til kór, orkestur ella urgu, tí øll hin stúgvandi fulla kirkjan legði uppí at syngja, og man tað vera sjálvsamt at hoyra slíkan frálíkan sálmasong so ljóðliga millum Háfjall og Myrkjanoyri í fagrasta dýrdarveðri úr hesu undirføgru Christianskirkjuni.

Ja, nú kunnu jólini koma, tók onkur fegin til eftir hesa framúr góðu konsertina.

?

ORÐ OG MYNDIR: Dávur Winther?