Stór jólagáva í Sportboxini

Í dag kanst tú vinna ein landsliðspakka við atgongumerkjum til heimadystirnar hjá landsliðnum

Í Sportboxini, sum er á FM1 hvønn fríggjadag millum klokkan 15 og 17, kanst tú vinna ein landsliðspakka. Tað er eitt atgongumerki til allar EM-undankappingardystirnar hjá manslandsliðnum í fótbólti.

 

Hoyr Sportboxina á netinum við at trýsta HER

 

Landsliðið skal spæla móti Spania, Svøríki, Noreg, Rumenia og Malta. Fótbóltssambandið hevur boðað frá, at landsliðspakkarnir eru útseldir, men nú hevur tú møguleikan at vinna ein pakka við at lurta eftir Sportboxini í dag.

 

Í fyrra tímanum fær Sjúrður H. Hoydal vitjan av hondbóltsútisetunum, Kjartani Johansen og Allani Norðberg. Í seinna tímanum fer tað at snúgva seg um eitt nú José Mourinho og nýggja venjaran hjá Manchester United, Ole Gunnar Solskjær. Her verður tosað við millum annað Símun Samuelsen og Jákup á Borg. Hartil hevur B36 fingið nýggjan málverja í Símun Rógva Hansen.

 

Hoyr Sportboxina í dag millum klokkan 15 og 17 á FM1.