Stór jólagáva

Fríggjakvøldið 19. desember verður eitt kvøld, sum 25 ára gamla Anna Mohr úr Klaksvík seint fer at gloyma. Tá gjørdist hon hepni vinnarin av 250.000 skattafríum krónum í Gekkinum. Hon hevur ikki gjørt av, hvat hon fer at brúka pengarnar til, men hon sigur, at hetta er tann størsta jólagávan, hon nakrantíð hevur fingið

Klaksvík:
? Eg ýldi av gleði, simpulten, sigur ein ovurfegin Anna Mohr, tá Sosialurin hittir hana til eitt prát, beint áðrenn hon skal til Havnar at avheinta stóra kekkin.
? Eg havi júst tosað við sjónvarpi, og nú trúgvi eg, at tað veruliga eri eg, sum havi vunnið pengarnar, sigur hon.
Hóast hon hevur hugt fleiri ferðir at seðlanum og onnur við henni, og tað ongin ivi var um, at tað var tað rætta talið, sum stóð á hennara seðli, so hevur hon kortini ikki fingið seg til at trúgva tí, fyrr enn hon hevði tosað við sjónvarpi. Og mánamorgunin mundi Anna Mohr vera ein av teimum allarfyrstu í landinum, sum ringdi til sjónvarpið.
Og jú, rætt var. Hon hevur vunnið tær 250.000 krónurnar, sum var eykavinningur.

Goym seðilin
Anna Mohr keypti sær tveir Gekkaseðlar til Gekkaspælið fríggjakvøldið 24. oktober. Hon og hinar í bindiklubbanum høvdu gjørt av, at tær skuldu fara at spæla Gekk.
? Eg spæli annars ongantíð Gekk, havi kanska spælt einar fimm til tíggju ferðir, síðani hann byrjaði, sigur Anna.
Hinar søgdu við hana, at hon mátti goyma seðilin, tí ein eykavinningur var fram til jóla upp á 250.000 krónur. Anna goymdi so seðilin, men gav sær ikki serliga nógv far um tað. Ei heldur hevur hon spælt síðani.
? Tað er faktiskt heppið, at eg havi goymt hann, tí eg havi ongantíð hugsað, at eg yvirhøvur kundi verða so heppin at vinna so nógvar pengar, so eg kundi líka so væl havt tveitt hann burtur, sigur hon og andlitsbráið avdúkar, hvat hon hugsar.

Eg havi vunnið
Anna sat ikki og spældi Gekk seinasta fríggjakvøld, tá eykavinningurin var drigin. Hon sá Gekkin mest sum av tilvild. Hon sat heima hjá mammu síni, tá talið kom á skíggjan. Tá kom hon at hugsa um, at hon átti tveir seðlar heima. Hon hugsaði, at hon átti at farið at hugt, men so tímdi hon ikki, tí hon hevði helst ikki vunnið kortini.
So fór hon nøkur ørindi og gloymdi alt um seðilin. Seinni um kvøldið kom hon aftur at hugsa um hann. Og hesuferð koyrdi hon beint heim at hyggja.
? Eg dugi illa at greiða frá, hvussu eg hevði tað, tá eg sá tølini, sigur Anna. Hon mintist talið á skíggjanum uttanat, og so visti hon, at hon hevði vunnið.
Við fastnet telefonini ringdi hon til mammu sína og við fartelefonini til systur sína, og so stóð hon og rópti í bæði hornini, at hon helt, at hon hevði vunnið 250.000 krónur í Gekkinum. Systur hennara bað hana líka taka tað róligt, og so hugdi hon inn á tekstvarpi, og so søgdu tær báðar talið í senn, og so varð tað enn einferð staðfest, at Anna hevði vunnið.
? Eg var einsamøll heima, og tað var so rotið, at eg byrjaði bara at ringja runt til fólk og siga, hvussu heppin eg var, sigur Anna.

Undarlig kensla
Anna, sum er í læru í Telebúðini, sigur, at tað er ein sera undarlig kensla soleiðis brádliga at gerast 250.000 krónur ríkari.
Hon dugir illa at seta orð á, men andlitið og gleðin, sum lýsir av henni, siga alt.
Anna hevur ikki gjørt av, hvat hon skal nýta pengarnar til. Hon fer at seta teir á bók fyrst.
? Tað einasta, sum eg beint nú kundið hugsað mær at nýtt ein part av pengunum til, er at farið á ein listarskúla, sigur Anna, sum hevur málningalist sum frítíðarítriv. Hon hevur selt onkrar málningar og skal hava onkra listarframsýning í nærmastu framtíð.
? Fyrst fari eg bara nú til Havnar við seðlanum og eftir kekkinum, og so fari eg at njóta jólini, sigur Anna Mohr, sum av sonnum fekk eina avbera stóra jólagávu í ár.