Stór inflasjón

Í síðsta mánað hækkaðu prísirnir heili 36,3 prosent í afrikanska landinum Zimbabwe, og harvið kom inflasjónin í fjør upp á 1281 prosent, sigur BBC. Inflasjónin er ein ovurstórur trupulleiki í Zimbabwe. Samstundis eru læknar og sjúkrasystrar farin í verkfall við kravi um hægri løn, og tað bøtir ikki um støðuna hjá tí almenna heilsuverkinum. Fleiri serfrøðingar geva stjórnini skyldina, men Robert Mugabe, forseti, sigur, at fíggindar innan- og uttanlands hava skyldina av vánaligu støðuni.