Sum tey undanfarnu árini, so skipar evangeliska samtakið Karisma fyri stórari stevnu á Hvítusunnu í Ítróttarhøllini á Nabb. Henda verður í døgunum 6. - 9. juni. Hetta er vanliga ein stevna, ið samlar hópin av fólki frá nær og fjar. Nakrir av talarunum, ið hava verið áður, eru nøvn sum: Aril Edvardsen, Enevald Flåten, Christian Hedegård o.a.
Uppleggið í ár er eitt sindur øðrvísi við tað, at ongin útlendingur verður við hesaferð sum talari. Talararnir, ið koma at vera við á stevnuni verða: Jón Miðberg, Símun Jacobsen, Dánjal á Dul Jacobsen, Fríðtór Debes, Tummas Jacobsen, Pauli Høj o.a.
Sum nakað nýtt er ætlanin at byrja stevnuna fríggjakvøldið 6. juni við einum stórum sangkvøldið - har nógvur og fjølbroyttur sangur verður fyri bæði ung sum eldri - eitt sokallað: Syngi við kvøld!
Eitt sum hevur verið sera væl dámt hini árini eru barnamøtini - og stevnan í ár verður onki undantak. Nógv verður aftur í ár á stevnuni fyri børnini. Tiltøkini fyri børnini koma at verða yviri í Rhema, ið ikki liggur so langt frá høllini.
Og sjálvandi kemur eisini ungdómurin at fáa sítt við á stevnuni. Bæði leygarkvøldið 7. juni kl 22 og 1. Hvítusunnukvøld kl 22 verða spennandi tiltøk fyri tey ungu og onnur sum kenna seg ung. Ætlanin er seinna kvøldið at hava eina konsert.