HONDBÓLTUR
Hondbóltsfelagið Kyndil skipar fyri stórari kapping fyri yngru deildirnar í vikuskiftinum. Kappingin verður hildin í Havn, og feløgini, sum vera við í kappingini eru Kyndil, Neistin, H71, VÍF, KÍF og StÍF.
Tey eldru leggja fyri
Kappingin byrjar fríggjadagin, tá teir eldru aldursbólkarnir leggja til brots. Dreingir og Gentur 17 ár leggja fyri kokkan 16 fríggjadagin, og fríggjakvøldið vera aldursbólkarnir Dreingir 17, Gentur 17, Mansunglingar og Kvinnuunglingar avgjørdir. Leygardagin fara so allir teir yngru aldursbólkarnir í gongd.
Kappingin er skipað soleiðis, at í hvørjum aldursbólki eru seks ella átta lið. Hvør aldursbólkur er býttur upp í tveir bólkar, og vinnarin úr hvøjrum bólki kemur víðari til finaluna, sum verður sunnudagin í høllini á Hálsi.
Stór finala á Hálsi
Innleiðandi umførini vera í øllum høllunum í Havn. Tey fara at spæla á Hálsi, í Gundadalshøllini og uppi í Hoyvík. Men tá finalurnar koma verður annarleiðis. Finalurnar eru skipaðar á tann hátt, at allir finaludystirnir vera leiktir í høllini á Hálsi.
Finalurnar byrja klokkan 14 sunnudagin, tá Gentur 10 spæla. Síðani spæla Dreingir 10 finalu, og soleiðis heldur tað fram til síðsta finalan verður á leið klokkan 20. Henda finalan verður ímillum báðar bólkavinnararnar hjá mansunglingum.