Talan er um nógvar milliónir krónur, sum hanga í leysari luft eftir húsagangin hjá feløgunum, sum Kaj Leo Johannesen, løgmaður, átti saman við tveimum øðrum.
Móðirfelagið, sum Kaj Leo Johannesen, Rói Egholm og Kári Danielsen áttu, eitur KRK-Holding P/F. Seinasti ársroknskapur hjá hesum felag er fyri roknskaparárið 2007. Eingin roknskapur er gjørdur fyri 2008, og tann 21. august í 2009 stendur Føroya Skiftirættur skrásettur sum ábyrgdarhavandi fyri felagið, sum harvið er farið undir trotabúarviðgerð.
Í seinasta ársroknskapinum verður greitt frá um virksemi hjá felagnum, at tað at kalla ongan rakstur hevur, men leigar bygningar út og eigur partabrøv.
– Árið 2007 hevur verið eitt sera vánaligt ár hjá felagnum. Dóttirfelagið helt uppat við virksemi sínum, tí gongdin var so vánalig, og hetta hevur viðført, at veðhaldsskyldan gerst effektiv. Harafturat hevur felagið mist stórar upphæddir í øðrum felag, sum átti í Faroe Seafood. Úrslit felagsins var eitt hall upp á 10 milliónir krónur, skrivar felagið í ársfrágreiðingini fyri 2007, sum Kaj Leo Johannesen hevur skrivað undir sum nevndarformaður.
Hetta »øðrum felag«, sum nevnt er omanfyri, er P/F Trans-Farex Invest, sum átti stóran part í Faroe Seafood, sum eisini fór á heysin. Hetta felag hevur gjørt roknskap fyri 2008. Hann er undirskrivaður í 2009, eftir at Kaj Leo Johannesen er vorðin løgmaður og tí ikki kann sita í eini partafelagsnevnd. Ársúrslitið hjá hesum felag er eitt hall upp á 25 milliónir krónur – sum høvdu ávirkað roknskapin hjá KRK-Holding tilsvarandi skeiva vegin, um ein ársroknskapur varð gjørdur fyri 2008.
Sagt verður víðari í ársfrágreiðingini, at útlitini hjá KRK-Holding ikki eru serliga góð.
– Felagið eigur tveir bygningar, sum verða leigaðir út, og harumframt eigur felagið Kaldbak Seafood, sum er hildið uppat við virksemi sínum. Ætlanir eru tó at fara undir annað virksemi í hesum felag, stendur eisini í ársfrágreiðingini, sum eisini sigur, at avtala er gjørd við fíggingarstovn um, hvussu lániskuldin skal viðgerast komandi árini, og hetta hevur gjørt, at felagið er ført fyri at halda fram.
KRK Holding er móðirfelag hjá P/F Farex, P/F Kaldbak Seafood, og Sp/F Sisero er associerað felag (50%).
Boðað verður eisini frá í seinasta ársroknskapinum, at P/F Farex og tess dóttirfelag helt uppat í 2007, og tí verður eingin ársroknskapur gjørdur.
Ársúrslitið hjá P/F KRK-Holding fyri 2007 var eitt hall upp á góðar 10 milliónir krónur.
Eginognin sambært sama roknskap er negativ við minus fýra milliónum.
Skuldin hjá felagnum er 13,7 milliónir.
Seinasti ársroknskapur hjá P/F Farex er gjørdur fyri 2006. Sum nevnt omanfyri steðgaði felagið í 2007, og eingin roknskapur varð gjørdur.
Men hyggja vit í roknskapin fyri 2006, so vísir hann eitt hall upp á góðar 2,2 millióinir krónur. Eginognin er negativ við 350.000 krónum.
Men skuldin er ovurstór, 37,6 milliónir krónur, harav 27 milliónir er bankaskuld, níggju milliónir millumrokning við atknýtt felag, og slakar tvær milliónir vøru- og tænastuskuld.
P/F Kaldbaks Seafood gjørdi eisini seinasta roknskap fyri 2007. Úrslitið hjá felagnum var eitt hall upp á 367.000 krónur, men hetta felagið hevði tó positivan eginpening upp á hálva millión. Skuldin hjá hesum felag var tó tríggjar milliónir krónur.
Við at kaga í hesar seinastu roknskapir er alt sum bendir á, at hesi feløg hava pádrigið øðrum stór tap. Sera stór tap. Tá feløg fara undir trotabúarviðgerð og verða upployst við at selja aktivini, so er vanligt, at tey fara fyri væl lægri prís, enn tey standa fyri í roknskapinum. Men tey røttu tølini kunnu bert síggjast í búroknskapinum, sum bara tey fáa, sum hava mist pengar av hesum feløgum.
Men við lítlari høvuðrokning, so sæst, at virðini í feløgunum eru nógvar milliónir lægri enn bókaðu virðini. Móðurfelagið hevur negativa eginogn upp á góðar fýra milliónir krónur. Tá er sera ringa úrslitið hjá dóttirfelagnum, P/F Trans-Farex Invest upp á minus 25 milliónir fyri 2008 ikki íroknað. Hetta hall skuldi í øllum førum partvíst verið roknað við í roknskapin hjá KRK Holding fyri 2008, um hann varð gjørdur.
Taka vit skuldina hjá hjá KRK Holding upp á 13,7 milliónir krónur og hjá Farex upp á 37,6 milliónir og hjá Kaldbak Seafood upp á tríggjar milliónir – so fáa vit tilsamans eina skuld upp á oman fyri 50 milliónir krónur.
Tí er tað sera áhugavert at fáa at vita, hvussu løgmaður fær tað til, at feløgini hava svarað hvørjum sítt – ella hvat løgmaður skilir við at svara hvørjum sítt.
Tað er ikki kriminelt at fara á húsagang. Tað er ikki kriminelt at miseydnast - ella ikki at røkka til sum vinnulívsmaður. Men tað skalar trúvirði hjá løgmanni, um hann tvíheldur um, at einki av feløgunum, sum hann hevur varðað av, hevur pádrigið nøkrum skuld, hvørki privatum, virkjum ella tí almenna – um tað ikki passar, sum hann sigur.
eirikur@sosialurin.fo