Suðurkoreanski herurin fór í nátt undir eina stóra venjing tætt við markið til Norðurkorea. Fleiri túsund hermenn við kanónum og nógv flofør eru við í venjingini. Suðurkoreanski forsetin, Lee Myung-bak, var hjástaddur, tá venjingin byrjaði. Eygleiðarar siga, at við venjingini roynir Suðurkorea at vísa sína hernaðarligu megi, og stjórnin í Seul hevur gjørt greitt, at næstu ferð fer landið at svara hernaðarligum ágangi úr Norðurkorea við hermegi.
Norðurkoreanska stýrið hevur ikki verið so hvassorðað teir seinastu dagarnar. Eygleiðararnir vísa á, at Norðurkorea plagar at øsa alt upp í skúm, men at landið síðani plagar at sissa seg við einari vón um at fáa eitt ella annað slag av samsýning úr øðrum londum og serliga USA.