Stór grind á veg á Sandavág

Endiliga eydnaðist tað at fáa gongd á grindina

Allan seinnapartin hava bátar stríðst við at rikið grindina vestanfyri á land, og nú sær endiliga betri út. Hon verður nú rikin inn á Sandavág og verður hildin heilt skjótt.

 

- Har eru einir fimm bólkar, og hon gongur í løtuni við 4-5 mílum ímóti Sandavági, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.

 

Tað verður mett, at grindin er stór, sambært sýslumanninum.

 

Grindin í dag hevur verið óvanliga ring at fingist við og hevur ligið og grindast í allan seinnapart. Bátarnir fingu ikki gongd á grindina, sum var spjadd í fleiri bólkar. Útlit vóru fyri, at teir fóru at gevast at samla hana, men nú er gongd komin á, og tað sær út til, at vágafólk kunnu byrja at gleða seg til ein væl untan grindabita.