Stór grind hildin til í Fuglafirði

Dagført:

Í løtuni verður ein stór grind hildin til í Fuglafirði.

- Talan er um fleiri hundrað hval, sigur Karl Johansen, virkandi sýslusmaður í Eysturoy.

Grindin varð funnin um sjey tíðinina, og bíðað var eftir fólki og útgerð á staðnum.

- Tað vóru ikki so nógv fólk at byrjað við, men nú eru vit vælmannaði, sigur Karl Johansen.

Hann sigur, at fyrstu hvalirnir blivu hildnir til um níggju tíðina, og einir hundrað hval eru eftir.

Han letur kortini væl at drápinum, hóast tað tekur eina løtu.

- Tað gongur gott. Vit brúka bara nýggja útgerð, mønustingarin og kúluonglar. So vit mugu brynja okkum við toli, sigur Karl Johansen

Myndir: Jákup Oluf Olafsson Breiðaskarð.