Í annaðkvøld verður skipað fyri stórari gallaveitslu í Ítróttarhøllini á Hálsi.
Talan er um ta árligu hondbóltsveitsluna, sum plagar at vera, tá hondbóltsárið er av.
Hesaferð er tað hondbóltsfelagið Kyndil, sum stílar fyri veitsluni.
Umframt eina 3-rættaða matskrá og undirhaldi frá millum annað Jens Marna Hansen verða tey bestu innan ymsar kategoriir hetta hondbóltsárið kosin. Eitt nú skulu ársins spælarar og ársins stjørnuskot finnast, tá hesin fasti tátturin verður á skránni leygarkvøldið.
Fyrireikararnir lata væl at áhuganum fyri Hondbóltsgalla 2013, og útivið 300 spælarar, venjarar, hjálparfólk og hondbóltsáhugað hava ognað sær atgongumerki.