Stór gáva til hornblástur

Suðuroyar Sparikassi hevur givið peningagávu áljóðandi 50.000 krónur til keyp av ljóðførum. Vágs Skúli fær peningin, sum er eyðmerktur til skúlaorkestrið í Vági og keyp av hornum, so orkestrið kann fáa fleiri leikarar og fyrst verða tað næmingar úr Porkeri, sum sleppa at blása við

Musikkskúlin í Suðuroynni hevur eisini merkt, at tað ikki gongur framá búskaparliga í Føroyum. Men har fullu tey ikki í fátt og hava roynt ymsar leiðir at halda lív í tónleikalívinum millum tey heilt ungu í skúlaorkestrinum í Vágs Skúla. Síðsta árið hevur Ulf Nordlund verið tónleikalærari og leiðari fyri orkestrið og rættiliga væl er komið burturúr, tó komið ikki er á mál.
                      Søkt varð um stuðul ymsastaðir og Suðuroyar Sparikassi helt vera vert at stuðla sjónligu framgongdini innan tónleikalívið í økinum og sá týdningin í at fáa bygdirnar við. Týsdagin handaði Mikkjal Sørensen, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, skúlastjóranum í Vági, Óla í Hjøllum, eina gávu áljóðandi 50.000 krónur. Peningurin er merktur til keyp av ljóðførum og verða tað í fyrstu syftu næmingar í Porkeris Skúla, sum sleppa upp í part við nýggju messingljóðførunum. Tí fór handanin fram í skúlanum í Porkeri.
                      Suðuroyar Sparikassi er vanur at stuðla ymsum tiltøkum, mentan og øðrum, men sjónligastur er hann helst sum høvuðsstuðul hjá VB. Nú er so lagt afturat innan stuðulsvirksemið og blómandi tónleikurin í økinum fær eitt herðaklapp. Við hesum kann sigast, at Suðuroyar Sparikassi roynir at fáa tað at grógva á nýggjum beitum og er tað hesaferð ikki graslíkisvøllur, ið er undirlendi.