Ein gáva frá Novo Nordisk-grunninum skal gera lærda háskúlan í Keypmannahavn til miðdepil fyri altjóða gransking innan sjúkur, ið standast av okkara gernadislívi ella lívsstíli.
Novo Nordisk hevur vunnið nógvar pengar burtur úr heilivági til fólk við sukursjúku, og nú hevur fyritøkan gjørt av at brúka ein part av pengunum til at kanna, hvussu sleppast kann undan, at fólk fáa sokallaðar lívsstílsjúkur so sum sukursjúku II.
Pengarnir skulu millum annað brúkast til at manna fimm útvaldar granskarabólkar, sum skulu samstarva við tilsvarandi bólkar í USA, Evropa og Kina, sigur DR.