Stór gáva til bróstkrabbagranskingina

Kekkurin frá Stjørnuni við 60.000 krónum á varð handaður Bót til bata og Krabbameinsfelagnum sunnudagin

Stjørnan og VB spældu í KÍ-høllini sunnudagin, og í steððginum trinu Heidi Hvidbro, forkvinna í Bót til bata og Kristoffur Ragnarsson, formaður í Stjørnuni út á gólvið.
Kristoffur Ragnarsson handaði tá Heidi Hvidbro kekkin við peninginum, sum kom inn, tá ið Stjørnan og Kyndil spældu í Klaksvík. Øll atgongumerkjasølan fór til innsavningina, umframt at feløg, fyritøkur og einstaklingar lótu pening.
- Tað var so vakurt, at inn komu smáar 60.000 krónur, men ungu dómararnir sunnudagin, Magnus í Króki og Thomas Juul Thomsen spýttu í, so kekkurin kom upp á 60.000 krónur, sigur Heidi Hvidbro.
Hon heldur innsavningina vera eitt gott prógv um, at fólk veruliga eru til reiðar at hjálpa, og ein so stór upphædd ger veruliga mun. Alur peningurin fer óskerdur til bróstkrabbagranskingina á Landsjúkrahúsinum.
Umframt kekkin fekk Heidi Hvidbro handaða eina av blusunum, sum stjørnukvinnurnar spældu í móti Kyndli. Ein hvit blusa við ljósareyðusloyfuni á. Allar stjørnukvinnurnar høvdu skrivað navn sítt á blusuna, sum Krabbameinsfelagið fær.
Hugskotið til innsavningina fingu spælararnir í Stjørnuni, tí ein av fremstu leikarunum teirra, Annika Karlsdóttir Ljósstein hevur bróstkrabba, og tær vildu stuðla liðfelaganum og granskingini á henda hátt.
Annika Karlsdóttir Ljósstein er í viðgerð fyri bróstkrabba, men tað forðaði henni kortini ikki í at spæla við, tí hon er ein stríðskvinna.