Nú hava allar kappróðrarmanningarnar fingið hvør sín bjargingarvest frá Stuðulsgrunnnum hjá Betri samtakinum. Tað er í samstarvi við Róðrarsambandið, at vestarnir eru útvegaðir og Róðrarsambandið hevur eisini verið við til at velja vestarnar.
Stuðulsgrunnur letur annars stuðul til tryggleikaskapandi, skaðafyribyrgjandi og sjúkufyribyrgjandi virksemi.
Eitt endamál hjá stuðulsgrunninum er sostatt at skapa tryggleika í Føroyum og hesir bjargingarvestarnir eru ein liður í at røkka tí endamálinum, sigur Evy Jacobsen, stjóri í móðurfelagnum hjá Betri.
– Sum eitt serføroyskt samtak eru vit errin av føroyska tjóðarítróttinum, sigur hon.