Stór framstig í Klaksvíkar Kommunu

Hyggja vit aftureftir, er áhugavert at síggja tey framstig, sum Sambandsflokkurin hevur verið við til hesi seinastu 4 árini.

Elisabeth Joensen (Betta)

býráðslimur



Skúlin á Ziskatrøð: Sitandi býráð hevur fingið gongd á eina stóra umvæling í skúlanum. Vit kunnu gleðast um tað, ið gjørt er, her eigur at verða hildið á, til bygningurin er sum nýggjur.

Skúlin við Ósánna: Hesin skúlin er yngri og í betri standi, tó er neyðugt við ábótum har eisini. Stórsti trupulleikin er, at skúlin er ov lítil. Kommunan keypti ognina norðanfyri frá Advokatfelagnum, og kann hesin bygningur nýtast til undirvísing og goymslu, meðan bíðað verður eftir nýggja skúlabygninginum, ið ætlanin er at byggja. Bert spell, at vit ikki enn hava kunnað sett pening av til nýggja bygningin. Tað eigur at verða gjørt so skjótt, sum til ber.

Barnaansingin: Stutt eftir at verandi býráð tók við, varð ein bólkur settur at útvega ansingarpláss, sjálv var eg við í hesum bólki.

Úrslitið varð, at vit fingu Mylnuhúsið, ið hevur 66 børn. Næsta stigið varð nýggi stovnurin við Kjalarvegin, ið letur upp í næstum, har pláss er fyri 48 børnum. Eisini hava vit fingið 40 børn afturat í Dagrøktini. Sosiala nevnd arbeiðir enn við eini loysn, tí bíðilistin er langur við sama lag.

Eldraøkið: Í hesum skeiði lat Sambýlið við Bøgøtu upp, og nú er spakin settur í undir Kráarbrekku, har farið verður í holt við at byggja eldraíbúðir og sambýli.

Fjálgalon: Stórur tørvur er á bústovni til fólk, ið ikki eru fullfør. Á Garðavegnum lat upp bústovnur fyri autistar, og nú verður nýggjur bústovnur bygdur.

Sosiala deild: Nógv arbeiði er innan sosiala økið. Barnaansingin er løgd út til kommunurnar, og møguliga koma onnur málsøki eisini. Nú er leiðari settur á Sosialu deild eins og barnaansingarsamskipari er settur.

Vatnútbyggingin: Tað var eitt stórt framstig, tá ið partur av býnum fekk sóttreinsað vatn úr Ánagjógv. Arbeitt verður nú við at seta upp reinsiverk við brunnarnar í Uppsølum, so um stutta tíð fáa allir borgarar sóttreinsað vatn.

Svimjihøllin: Neyðugt er at gera stórar umvælingar í svimjihøllini, sum fara at kosta nógvar pengar. Tíverri hevur ikki verið gjørligt at gjørt hesa høvuðsumvæling enn, tó eru umklæðingarrúmini umvæld, og fingu vit nýggjar brúsur, skáp, benkur og sólir.

Havnin: Eisini á havnaøkinum er nógv hent t.d. dýping á vágni, leingjan av Kósabrúnni, og arbeitt verður við góðshavn í Ánunum.

Ymiskt annað: Afturat hesum kann eg nevna, at í hesum skeiði eru vegir asfalteraðir, vegkantar gjørdir og gøtuljós sett upp. Vit hava fingið nýggjan vøll og skýlið. Eisini kann eg nevna Atlantis og tað, at vit hava fingið Granskingardepil fyri økismenning her norður eins og trygdarskeið.

Ikki smávegis framstig: Verandi býráð kann m.a. vísa á hesi mál, ið annaðhvørt eru framd ella skjøtil er settur á.

Hetta eru ikki smávegis framstig, tá ið hugsað verður um, at vit samstundis hava drigist við stóra skuld, sum vit hava megnað at goldið langt niður.

Alt hetta hevur borið til, tí at inntøkan hevur verið sera góð, og verða komandi árini eins góð og undanfarnu, skuldi borið til at gjørt tey arbeiði liðug, ið byrjaði eru og eisini farið í holt við annað, ið liggur á láni. Kanska verður tá eisini grundarlag fyri at seta skattaprosentið niður.

Eins og undanfarnu ár í samgongu, vil Sambandsflokkurin vera við til at skapa trivna og góðar umstøður fyri allar borgarar í kommununi.