Roknskapurin hjá Føroya Lívstrygging fyri 1999 er liðugur og rakstrarúrslitið hjá stovninum, sum eftir øllum at døma gerst eitt partafelag, var eitt rakstraravlop upp á knappar 31 milliónir áðrenn bonus var latið.
Rakstrarúrslitið sambært roknskapinum er knappar 3,1 millión og tær verða settar í tiltaksgrunn, sum nú er komin upp á knappar 52 milliónir.
Tryggingargjøldini
nógv hækkað
Úrslitið hjá Føroya Lívstrygging er ávirkað av, at tryggingargjøldini í 1999 vóru nógv hægri enn tey nakrantíð hava verið.
Góðar 104 milliónir vórðu í 1999 goldnar í tryggingargjøldum og tað er góð 50 prosent meira enn árið frammanundan.
Orsøkin til vøksturin stavar í høvuðsheitum frá teimum arbeiðsmarknaðar- og virkiseftirlønarskipanum, sum felagið hevur gjørt avtalur um við fakfeløg og virkir árini frammanundan, umframt at tað í 1999 vóru lutfalsliga nógv innskot goldin til tryggingarskipanir, verður sagt í ársfrágreiðingini.
Samstundis sum tryggingargjøldini hækkaðu lækkaðu tryggingarveitingarnar og tað munar sjálvsagt væl á niðastu linju. Góðar 31 milliónir vóru goldnar í tryggingarveitingum og tað er 7,6 milliónir minni enn árið fyri.
Ognin ein milliard
Tá talan er um lívstryggingar er talan um eina sera stóra konsentratión av peningi.
Soleiðis er eisini í hesum førinum og í 1999 fór ognin í Lívstrygging upp um eina milliard.
Peningurin er settur í lánsbrøv, virðisbrøv og útlán, meðan ein lítil partur stendur á bók.
Hóast Lívstryggingin ikki skal seta peningin í ivasamar íløgur, so er marknaðurin soleiðis háttaður, at kursur og renta sveiggjar eitt sindur og kursfall á lánsbrøvum hevði í fjør við sær ein avmarkaðan miss. Hinvegin hevði stovnurin vinning av partbrøvum.
Vit fara, at gera meira við roknskapin hjá Lívstrygging í onkrum seinni blaði.