Stór framgongd í fiskivinnuni í Norðoyggjum

Nú eru tølini komin á borðið, sum visa vísa, hvussu stór framgongdin er

Sum heild er fiskivinnan í Norðoyggjum nógv betri fyri nú, síðani hendan samgongan kom til, enn hon var áðrenn.

 

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Noroyðingar hava annars verið rættiliga atfinningarsamir ímóti fiskivinnupolitikkinum hjá samgonguni, og tí vildi Óluva Klettskarð, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hava landsstýrismannin at leggja tølini á borðið. 

 

Og tey tølini eru nú komin á borðið, og samband landsstýrismanninum, hevur framgongdin í fiskivinnuni í Norðoyggjum, verið stór hesi seinastu árini.

 

Eitt nú vísa tøl frá Hagstovuni, at talið á løntakarum, bæði í fiskiskapi og fiskavøruídnaði, er hækkað síðan hendan samgongan tók við og er nú tað hægsta seinastu sjey árini. 

 

Í 2011 vóru 389 fiskimenn og útróðrarmenn í Norðoyggjum og í fiskiídnaðinum á landi vóru tað 203. Í 2017 vóru 416 fiskimenn og útróðrarmenn og 231 fólk vóru í fiskiídnaðinum á landi.

 

Samanumtikið kann sigast, at landingarvirðið hjá nóta- og ídnaðarskipum yvir 278 milliónir krónur hægri í 2017 enn tað var í 2014. Hinvegin var avgjaldið 95 milliónir krónur hægri, so tá ið tað er drigið frá, er talan 183 milliónir krónur í eyka inntøku til Norðoyggjar fyri hesar báðar skipabólkar, sigur Høgni Hoydal.