Stór frágond hjá Neistanum

Komandi kappingarár kann gerast tyngri hjá Neistanum, enn undanfarin ár. Tær hava mist fleiri av royndu leikarunum, og hetta kann fara at merkjast.

Málverjin, Manuela Stan, Katrin Dam á Neystabø, Biritia Wardum og Kára á Dunga eru bert fýra av royndu leikarunum, sum eru givnir.
Nú skulu yngri kreftir taka yvir, og her verða serliga Ása Dam á Neystabø, Unn Kragesten og Rakul Augustinussen týðandi leikarar. Hvussu fer at ganga hjá ungu leikarunum, er ilt at meta um, men tað er einki ivamál, at stórur saknur fer at vera í royndu leikarunum, sum fyribils hava lagt skógvarnar á hillina.