Stór flogbóltskapping um vikuskiftið

22 flogbóltslið skulu á vøllin um vikuskiftið

Leygardagin 22. september verður flogbóltsárið 2018-2019 servað ígongd - tá 22 lið í meistardeildunum, og 1.deild fara at kappast í árligu FK-kappingini fyri vaksin.

 

Tað er flogbóltsfelagið Fleyr í Havn, ið skipar fyri kappingini. Undirtøkan er áleið tann sama sum undanfarnu ár. Tað er framhaldandi kvinnuliðini, sum eru best umboðaði. 16 kvinnulið og seks manslið. Størsti bólkurin eru 1.deild kvinnur, har níggju lið fara at spæla móti hvørjum øðrum. Hjá 1.deild monnum fara Fleyr og Sí, at spæla ein dyst ímóti hvørjum øðrum. 

 

Øll meistaradeildarliðini hjá monnum verða við leygardagin. Flestu kvinnuliðini í meistaradeildini verða eisini við í kappingini leygardagin. Í Fleyr fegnast tey um, at øll liðini í ár kunnu samlast í Stórhøllini, og at allir dystirnir kunnu spælast á teimum seks flogbóltsvøllunum.

 

Kappingin byrjar klokkan níggu í Stórhøllini á Hálsi. Spælt verður til vinnarin er funnin einaferð seint út á seinnapartin.