Høvið var, at nýggjur stjóri varð settur í sparikassanum í mars mánað, tá ið Eyðfinn Reyðberg fór úr starvi, og Marner Mortensen fyrst varð settur sum fyribilsstjóri og síðani varð settur sum stjóri.
Tá ið hann beyð vælkomið, segði formaðurin í nevndini, John Danielsen, at ætlanin hevði verið at havt móttøkuna fyrri enn so, men orsaka av stóra arbeiðstrýstinum, sum hevur verið í sparikassanum í sambandi við at føroysku peningastovnarnir hava fingið nýggjan KT veitara, so hevði tað ikki borið til at skipa fyri móttøkuni fyrrenn nú.
Jákup Ziskason stóð fyri tí kulinariska, og hýrurin var góður á teimum mongu, sum í góðveðrinum fríggjadagin vóru inni á gólvinum í Norðoya Sparikassa – klaksvíkingar og norðoyingar, fólk aðra staðni frá í landinum, nevnd og umboðsráð, umboð fyri fakfeløg, vinnufeløg og politiska myndugleikan á staðnum og landsmyndugleikan, privatkundar og vinnukundar og familja og vinir.
Umframt John Danielsen, nevndarformann, so bóru eisini Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, Jóannes Hansen, næstformaður í nevndini í Norðoya Sparikassa, og Karl Birgir Isaksen, stjóri í KBI, heilsanir fram, og Marner Mortensen, stjóri, takkaði fyri. Marner Mortensen, sum er ættaður úr Sørvági, hevur búð í Klaksvík í 24 ár, og hann hevur arbeitt í Norðoya Sparikassa í 14 ár.
Gunnar Nolsøe hevði mikrofonina undir hond, Magni Husgaard spældi hugnaligar tónar, og haraftrat vóru tvær framførslur. Limir í Klaksvíkar Hornorkestri spældu tveir sálmar, og Hallur Joensen, countrykongurin, spældi og sang.