Undankappingin til head-to-head kappingarnar í bogaskjóting vórðu hildnar við Hickimin mikudagin, og hetta gekk fyri tað mesta eftir ánni.
Í øllum førum lagaði tað seg soleiðis, at allir føroysku skjúttarnir endaðu millum tey 16 fremstu í bæði recurve og compund, og tí verða øll partur av finaluni, sum verður skotin í morgin. Tað eru bæði tey føroysku liðini sjálvandi eisini, og so er spurningurin, hvørt tað aftur hesaferð kann eydnast okkara at skjóta seg til enn fleiri gull við bogunum.
Í nøkrum førum hildu føroyingarnir tó, at tey áttu at skotið seg til eina betri seeding, men spurningurin er helst, hvørt hetta ger nakran mun í hesum serliga kappingarforminum. Við somikið fáum pílum, sum talan er um, og stutta tíðarbilinum, sum skotið verður yvir, er spurningurin eins nógv um sálarliga styrki, og ofta síggjast favorittarnir fella tíðliga á degnum.
Umframt kappingarnar fyri einstaklingar, er talan eisini um kapping fyri lið. Her skal compund-lið okkara royna at verja gullið, sum tey vunnu seinast, og roknað verður eisini við, at recurve liðið hevur heilt góðar møguleikar at gera seg galdandi.










