Stór finala á Kambsdali

Leygarkvøldið 9. november verður stór finala í Nósabarnaprix 2002. Sjey finalistar verða og fara teir at kappast um 10.000 krónur umframt sjálvan heiðurin

Síðani mars mánað hava verið undankappingar kring alt landið til stóru finaluna í Nósabarnaprix 2002. Og nú leygardagin verður tann heilt stóra finalan á Kambsdali. Fyrireikararnir lova, at hetta verður eitt tað størsta barnatiltaki, sum skipað er fyri í Føroya søgu.
? Allir finalistarnir hava verið í ljóðstudio og sungið inn løgini, tey fara at framføra í finaluni, og vit hava longu hoyrt úrslitið av nýggju fløguni, og hon er framúrskarandi góð, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Á pallinum umframt teir sjey finalistarnar, verða BabyJames og Angela. Harafturat koma Brandur Enni og Benjamin Petersen eisini at framføra fyri teimum, ið leitað sær til Kambsdal leygarkvøldið.
Sjálv kappingin er stuðlað av Pizza 67 og høvuðsstuðul er Føroya Banki.
Vinnarin av Nósabarnaprixnum fær 10.000 krónur og harafturat sjálvan heiðurin. Teir sjey finalistarnir eru: Óluva Dam, Bjarki Hansen, Sharon Zakariassen, Durita Djurhuus, Olvheðin Jacobsen, Ninna Katrin Johansen og Sólfríð Bech.

Myndatxt: Leygardagin verður stóra finalan í Nósabarnaprix 2002 á Kambsdali