– Vestnorden er einasta ferðavinnutiltakið, sum burturav setur fokus á londini í útnorðuri, tað vil siga Grønland, Ísland og Føroyar. Hetta er tí eitt frálíkt høvi at gera vart við hesi londini sum ferðamál yvirfyri ferðasmiðjum úr øllum heiminum. Tað er altíð serstakt fyri okkum, tá Føroyar eru vertir, tí vit fáa eina røð av útlendskum ferðasmiðum til Føroyar, sum kanska ikki selja Føroyar frammanundan, og tí er hetta eitt gott høvi at vísa teimum, hvat okkara oyggjar hava at bjóða, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.
Setanin av Vestnorden verður í Høllini á Hálsi, týsdagin 24. september klokkan 8:30. Nýggi landsstýrimaðurin við Vinnumálum, Helgi Abrahamsen, setir messuna.
Stjórar á ferðaráðunum í Grønlandi, Íslandi og Føroyum leggja fram um teirra lond.
Síðani verður ein tíðindafundur, har fjølmiðlar fáa høvi at spyrja stjórarnar um eitthvørt.
Klokkan 10 byrja fundir, har seljarar úr teimum trimum londunum fara at hitta keyparar úr øllum heiminum.
Seinnapartin fara luttakararnir at ferðast kring landið við føroyskum ferðaleiðarum. Kunningarstovurnar kring landið skipa fyri túrunum. Endamálið er at vísa luttakarunum so nógv av landinum sum gjørligt.
Um kvøldið er móttøka í Sjóvinnuhúsinum, sum Tórshavnar Kommuna stendur fyri.
Mikudagin eru fundir á skránni allan dagin.
Vestnorden endar við einum døgurða á Hotel Føroyum um kvøldið.
Tað er Visit Faroe Islands, saman við 62N, sum skipar fyri tiltakinum í Føroyum.
Vestnorden er fyri innbodnum úr ferðavinnuni.