Stór Dansistevna í Havn


 

Tíðindaskriv


Frá 18 til 23 septembir koma 60 limir í Íslenska dansifelagnum Komið og Dansið á vitjan í Føroyum, hetta er í samband við at felagi verður 10 ár í ár.

Komið og dansið er sprotti av tí norska Kom og Dans, sum var stovnað av Johan Fasting fyri 20 árum síðani, tá hesin uppfann eina nýggja útgávu av rock´n roll dansi, ella svingdansi sum tað verður kallað yviri í Noregi.

Eisini tað føroyska Kom og Dansa er ein systirfelagsskapur av tí norska.

Í Føroyum er Kom og dansa mest kent fyri at skipa fyri skeiðun í Rock´´n roll, og dansispølun har rock´´n roll takt verður nýtt.

Tónleikurin og taktin er tann sama sum verður nýtt í øðrum útgávum av rock´´n roll dansi, einamest verður tann norski og svenski dansitónleikurin nýttur.

À ferðini í Føroyum fara íslendingarnir at nýta høvi at hava fleiri skeið í Rock´´n roll ella sving sum teir siga. Skeið verða í Rockesving Týskvøldi 18 og Mikukvøldi 19/9 frá kl 20-22.30 og í Dansesving Hóskvøld 20 og fríggjakvøld 21/9 frá kl 20-22.30.

Leygardagin 22 og sunnudagin 23/9 frá kl 13.30-16. verður skeið í Blues boogie.

Hesi eru øll ymisk sløg av Rock´´n roll dansinum, Rockesving er grundleggjandi sleið, í Dansisving lærir man eitt sindur meir, meðan Blues Boogie er eitt sindur stillari dansur við blues tónleiki, til Blues Boogir er tað best um man hevur veri til eitt av hinum skeiðinum áðrenn.

Dentur verður lagdur á at øll skeiðini eru grundskeið, so ein nýtist ikki at hava dansað nakað soðvorið fyrr, tað er heldur ikki nakað krav at ein skal hava ein dansipartnara við, um tað skuldi veri ov nógvar kvinnur ella menn og koma nakrir íslendingar at hjálpa til.

Fríggjakvøld og leygarkvøld verður dansur har góður dansitónleikur verður spældur har øll sum hava veri á skeið og onnur eru vælkomin at koma og svinga .

Felagskapurin Kom og dans er ein rúsfríður felagskapur og hevur nógv samstarv við fráhaldsrøsluna í teimum londum, sum teir virka í .

Kom og dans ger nógv av at ferðast runt og vísa dansin fram, eisini har sum alkohol verður skonkt, mest fyri at vísa á at tað ber væl til at hava tað stuttligt uttan at alkahol má verða eina partur av tíð.

Øll skeiðini og dansurin verða í hølinum hjá fráhaldtrørsluni IOGT á

Tinghúsvegnum 18 í havn.

Tekning til øll skeiðini fer fram í Kunningarstovuni í Havn.