Seinastu dagarnar hevur Sosialurin skrivað nógv um byggigølur í Tórshavnar Kommunu. Í dag skrivar Norðlýsið, at eisini í Klaksvík hava tey trupulleikar av byggisjuski.
Tí vardu íbúðirnar á Heygavegi 56, har ung fólk við serligum tørvi búgva, eru í ringum standi. Norðlýsið skrivar, at nú eru hondverkarar farnir í holtur við at taka allan klædningin niður. Orsøkin er, at trupulleikar eru við bjálvingini.
Talan er um danskt felag, sum hevur staðið fyri byggingini. Sum skilst er avrátt at taka hond um trupulleikan beinan vegin, so at tað ikki spreiðir seg til aðrar partar av bygninginum.
Kelda: nordlysid.fo