Stór broyting í ferðsluni á høvuðsvegi í Havn

Ferðslunevndin og ferðslubólkurin mæla frá broytingunum, men býráðið ætlar at seta tað í verk kortini

Nú er ætlanin at kollvelta ferðsluviðurskiftini við havnarlagið á Eystaru Bryggju í Havn. Talan er um ferðsluna við báðar rundkoyringarnar, tann niðara er ímillum Havnargøtu og sjálvt Havnarlagið og tann ovara hevur samband við vegin yviri við Strond.

Niðurstøðan er, at tað er neyðugt at bøta um umstøðurnar, serliga nú nýggja Skansabryggjan verður tikin í nýtslu, tí vegirnir har tola ikki alla ferðsluna sum verður tá.

Málið kemur fram í ljósið nú SMS hevur keypt matstovuna Angus og í hesum sambandi søkir SMS um at yvirtaka øll trý leigumálini á stykkinum, nevniliga leigumálið hjá Angus, leigumálið hjá pylsuvogninum og leigumálið hjá kioskini.

SMS ætlar nevniliga at økja umvirksemið har, so at tað fer at fevna um Angus, pylsuvognin og kioskina, umframt terassuna, har ið útiservering fer fram í dag.

SMS vil søkir um at broyta leigumálini soleiðis, at talan verður um eitt felags leigumál, sum eisini skal umfata tey trý parkeringsplássini ímillum bygningarnar og SMS leggur upp til at fáa ein 25 ára leigusáttmála. Hetta er ein umsókn, sum Tórshavnar Býráð nú skal taka støðu til.

Men í eini frágreiðing um málið upplýsir umsitingin hjá býráðnum, at tað er eitt annað mál, sum hongur uppi í hesum málinum, og tað er ferðslan til og frá havnarlagnum. Býráðið sigur, at Tórshavnar Havn hevur lagt stóran dent á at varðveita møguleikan at byggja út á økinum við tí endamáli at bøta um til- og frákoyringum ímillum havnarlagið og býin. Tískil mælir Tórshavnar Havn til, at leigumálini verða so stutt, tí talan kann verða um at taka burtur av økinum.

Tískil er tað neyðugt at ansa eftir, ikki at útleiga økið soleiðis, at tað ikki ber til at gera hesar neyðugu broytingarnar, uttan at koma undir stórt endurgjald til møguligar leigarar.

Ymsir møguleikar hava verið kannaðir fyri at bøta um ferðsluna. Ein møguleiki er at breiðka vegin frá havnarlagnum og yvir á vegin Yviri við Strond, soleiðis at eitt eyka spor verður gjørt til tunga ferðslu burtur av. Í tí sambandi verður neyðugt at flyta rundkoyringarnar eitt sindur.

Eitt annað uppskot er at taka báðar rundkoyringar burtur og at gera vegin ímillum Eystaru Bryggju og vegin Yviri við Strond, til høvuðsveg, og at ferðslan av Havnargøta og Jónas Broncks gøtu, fáa treytaleysa víkiskyldu inn móti hesum høvuðsvegi.

Men eingin endalig avgerð er tikin, og fyrr enn hon er tikin, er ikki til at vita um tørvur verður á at taka ein part av økinum, ið SMS ætlar at leiga.

Havnameistarin mælir tískil til, at bíða við at taka støðu til umsóknina frá SMS, til endalig avgerð er tikin um, hvussu ferðslan skal skipast.

Í býráðnum halda tey, at tað er ein nøktandi loysn at taka rundkoyringarnar burtur og at gera vegin ímillum havnarlagið og vegin Yviri við Strond, til høvuðsveg, so at ferðslan, sum kemur úr miðbýnum í Havn, ella av Jónas Broncks gøtu, fær hava treytaleysa víkiskyldu.

Ferðslubólkurin tekur ikki undir við hesum og Ferðslunevndin mælir enntá staðiliga til, at rundkoyringarnar verða óbroyttar, tí tey vísa á, at  onki ferðsluóhapp hevur verið har í fleiri ár.

Annars er stór undirtøka í Býráðnum fyri at lata SMS fáa økið til leigu. Vinnunevndin hjábýráðnum mælir til at ganga umsóknini frá SMS á møti og tað ger Fíggjarnevndin hjá býráðnum eisini og nú skal hendan niðurstøðan so taka eina endaliga støðu.