Leygardagin 4. mai, sum er leygardagin komandi, verður stór brúktbilasøla á Skálatrøð í Havn, sum Stuðulsfelagið Knørrur skipar fyri.
Flest allir bilhandlarar í Føroyum verða við á søluni.
Stuðulsfelagið Knørrur sigur, at tiltakið byrjar stundisliga klokkan 10 leygarmorgunin, og hildið verður fram so leingi, sum áhugi er.
- Meðan tiltakið er, verður bjóðað ókeypis kaffi og køkur til viðskiftafólk, verður lagt aftrat.










