Ítróttarhøllin í Trongisvági er í dag karmur um stóra bilframsýning, har eini 50-60 nýggir og brúktir bilar verða vístir fram á søluframsýning, sum Gamlaársnevndin á Tvøroyri skipar fyri
Framsýningin er opin í dag og í morgin.
Gamlaársnevndin á Tvøroyri skipar fyri bilaframsýning í ítróttarhøllini í Trongisvági leygardagin 18. og sunnudagin 19. oktober.
Á bilaframsýningini eru bilar frá Reyni Service, Nordcar, Bilrøkt, Norðbil og P/F Wenzel. Talan er um einar 60 nýggjar og brúktar bilar ? og úr Trongisvági siga tey, at talan er um hópin av góðum tilboðum.
Til børnini eru eitt nú hoppiborg og tombola á skránni,
Latið verður upp klokkan 14 bæði í dag og í morgin, og opið er til kl 20.