Fiskikappingin, sum er partur av skránni fyri Føroya Sjómannadag, savnar nógv børn og foreldur á Kósabrúnni. Hetta er kapping og hugni fyri bæði gentur og dreingir, foreldur, ommur og abbar.
Fiskikappingin verður seinnapartin fríggjadagin og byrjað verður klokkan 18. Fyrireikararnir í Klaksvík siga, at børnini sjálvi skulu hava tráðu við, men agn verður útflýggjað á bryggjuni.
- Silvi fer at vitja, og bæði børn og vaksin fáa kakao, sunkist og góðgæti. Vinnararnir av sjálvari fiskikappingini verða heiðraðir á stórapalli leygardagin á sjómannadegnum, 20. august.
Meðan stóra vatnkríggið er úti á vánni í Klaksvík millum bátar og skip fríggjakvøldið klokkan 19, verður eisini eitt vatnkríggj á vestursíðuni á Klaksvíkini fyri smærri børnum.
Kaptain Gardar Vatnkríggið, sum tað verður rópt, verður framman fyri Northern Fish Cold Storage, og her verður tað sjálvur Kaptain Gardar sum skipar fyri.
- Kaptain Gardar og aðrir sjórænarar krógva seg inni í einari stórari borg á bryggjuni, har teir verja seg móti børnum við einari stórari vatnkanón, siga fyrireikararnir av Føroya Sjómannadegi í Klaksvík.