Í dag er barnadansistevna í Sandoynni, og tað merkir, at stívliga 300 børn, foreldur, ommur og abbar úr øllum Føroyum í dag dansa saman og gera útferðir í Sandoynni.
At so nógv fólk koma í Sandoynna í ein dag, umframt, tey sum um vikuskiftið ferðast í oynna, leggur strandfaraskipið Teistan, sum røkir farleiðina, undir trýst.
Men, tey á strandferðsluni hava verið ógvuliga lagalig, og Teistin siglir í dag eftir fríggjadags-ferðaætlanini við onkrum tillagingum.
Skráin fyri barnadansistevnuna byrjaði í morgun klokkan 08 við morgunmati í Samljóð í Skopun, tá tey fyrstu umleið 170 komu við Teistanum.
Nú klokkan 9 byrjaði dansurin, og klokkan 9.45 verður stevnan sett, og tá kemur restin við Teistanum.
Útferðirnar byrja í morgun klokkan 10, og klokkan 11 eta tey fyrstu døgurða í Virkinum á Sandi. Á middegi koyra tey fyrstu til Dals, har dansað verður, og fólk fáa køkur, kaffi og saft.
Útferðirnar í morgun eru tríggjar í tali - ein til Gívrinarspor at hoyra um gívrina, ein í Todnes á Sandi at hoyra um Kálv Lítla, og so verður eisini høvi at vitja fjósið í Uttastovu í Trøðum.