B36 og HB hava fingið 15 túsund krónur í bót, fyri rokið á vøllinum í steypafinaluni. Tað hevur In.fo fingið váttað úr báðum legunum. Sum skilst, so er talan um størstu líknandi bótina nakrantíð í føroyskum fótbólti.
Les eisini: Eru komin til eina niðurstøðu
Tað var ein minnilig, hendingarík og rokalig steypafinalan, tá B36 við níggju spælarum ein part av dystinum, vann Løgmanssteypið eftir brotssparkskapping. Tvær ferðir var reyða kortið á lofti, meðan tveir mans blivu burturvístir frá bonkinum.
Tvær ferðir bleiv eisini áfast millum fleiri spælarar, venjarar og hjálparfólk. Tað er serliga hetta rokið, sum ger at feløgini hava fingið bót. Fótbóltssambandið sigur í skrivinum, at venjarar, spælarar og hjálparfólk einki hava at gera á vøllinum, men skulu halda seg til tekniska økið, sum er tillutað teimum.
Ein orsøk til, at bótin er lutfalsliga stór, er eisini støddin á dystinum. Her verður víst á, at talan er um steypafinaluna, 3.200 áskoðarar, beinleiðis sjónvarp, umframt annað. Samanlagt hava feløgini í Gundadali fingið 30 túsund krónur í bót.
B36 og HB hava møguleikan at kæra avgerðina.










