Stór bílegging

Arabiska flogfelagið Emirates, sum hevur høvuðsstøð í Dubai, hevur bílagt flogfør fyri heilar 120 milliardir krónur frá evropeisku verksmiðjuni Airbus og amerikansku Boeing.

Emirates skal hava 41 flogfør frá Airbus og 26 frá Boeing, og bíleggingin sigst vera ein tann størsta nakrantíð í flogsøguni. 21 av Airbus-flogførunum eru av einum nýggjum slagi, sum fer at taka 555 ferðafólk, og sum ætlandi verður sett í flúgving um trý ár. Tað verður heimsins størsta ferðamannaflogfar.

Emirates ætlar, at øll tey 67 flogførini skulu setast í flúgving innan 2010, og tá fer felagið at hava 125 flogfør. Felagið væntar at flyta 30 milliónir ferðafólk í 2010 og ætlar at fara undir fleiri nýggjar rutur.