Stór avbjóðing: Jákup Petur fer at gera ein "Everest"

– Eg eri óalmindiliga tvørur. Eg vil vísa at tað ber til, sigur Jákup Petur Eliassen, sum ætlar sær at gera ein "Everest"

41 ára gamli Jákup Petur Eliassen ætlar sær at gera ein sokallaðan “Everest”. Á sínari facebooksíðu greiðir hann soleiðis frá:

– Konceptið er, at man finnur sær eina brekku, og súkklar hana umaftur, og umaftur, til man hevur fingið 8848 hæddarmetrar, ella hæddina av Mount Everest. Tað skal gerast í einum, uttan at sova, men annars eingin tíðaravmarking.

Jákup Petur Eliassen hevur valt brekkuna frá Autoservice niðan á Kleynisvarða/Húsareyn – altso úr Havn niðan á Oyggjarvegin. Brekkan er 3 km long og gevur 211 hæddarmetrar. Tað vil siga, at hann skal skal súkkla brekkuna 42 ferðir aftur og fram – ella upp og niður. Tilsamans er tað umleið 250 km í einum túri, har helvtin er ein tung mótbrekka.

Higartil hava bara fimm danir gjørt ein Everest, sambært Jákup Petur Eliassen. Tann skjótasti gjørdi tað uppá 17 tímar og 8 minuttir.

Ætlanin er at finna ein góðan dag í viku 30, har tað er turt og stilt, og byrja klokkan 5 um morgunin.

– Skal eg klára tað skjótari enn donsku rekordina, skal eg verða liðugur klokkan 22 um kvøldið, skrivar hann.

Ein stór avbjóðing

At gera ein Everest er ein stór avbjóðing. Men kortini hevur hann nakrar góðar orsøkir til, at tað ber til at klára avbjóðingina.

– Eg eri óalmindiliga tvørur. Eg vil vísa at tað BER til, og at EG kann. Bæði fyri teimum rundan um meg, men mest av øllum fyri mær sjálvum, sigur Jákup Petur Eliassen.

– Eg eri nervøsur, eyðmjúkur um uppgávuna, og um eg skal vera heilt erligur, eitt sindur bangin. Men tað er akkurát tað, sum ger tað feitt. Eg veit ikki, um eg klári tað, men eg skal. Onkur segði: “at ivast, er keldan til vísdóm”.

Hann verður ikki einsamallur, men fær stuðul frá familjuni. 

– Ken Bærentsen, systkinabarnið, kemur at súkkla saman við mær. Familian kemur at hjálpa við ymiskum praktiskum og tey – og vónandi onnur – koma at heppa tá eg ikki orki meiri. Onkur kemur at súkkla nakrar túrar saman við okkum, og onnur koma at vísa at tey trúgva at hetta skal nokk ganga, skrivar Jákup Petur Eliassen á Facebook.