Stór avbjóðing hjá Páli

Pál Joensen skal svimja upp til sítt allarbesta fyri at koma í finaluna í Rio de Janeiro

Altjóða svimjisambandið FINA hevur nú kunngjørt startlistarnar til OL í Rio, har Pál Joensen sum kunnugt skal royna seg í 1500 metra frísvimjing. Tað er eingin ivi, at kappingin hjá Pál Joensen um at koma í finaluna verður sera hørð.

 

Teir eru 20 við tilmeldingartíð undir 15 minuttir

1. 14:34.04 Gregorio Paltrinieri, Italia

2. 14:39.54 Mack Horton, Australia

3. 14:41.20 Connor Jaeger, USA

4. 14:46.48 Gabriele Detti, Italia

5. 14:48.60 Jack McLoughlin, Australia

6. 14:49.19 Jordan Wilimovsky, USA

7. 14:50.33 Mykhailo Romanchuk, Ukarina

8. 14:51.08 Ryan Cochrane, Kanada

9. 14:53.66 Mahmoud Akaram, Egyptaland

10. 14:53.77 Henrik Christiansen, Noreg

11. 14:54.55 Gergely Gyurta, Ungarn

12. 14:55.11 Sun Yang, Kina

13. 14:55.17 Stephen Milne, Stórabretland

14. 14:55.23 Tim Shuttleworth, Stórabretland

15. 14:55.49 Florian Wellbrock, Týskaland

16. 14:56.13 Damien Joly

17. 14:58.34 Qiu Ziao, Kina

18. 14:58.52 Pál Joensen, Danmark

19. 14:58.62 Jan Micka, Kekkia

20. 14:59.66 Wojdak Wojciech, Pólland

 

 

Tíðin hjá Páli er frá innleiðandi riðlunum á HM í Kazan í fjør, har hann sum kunnugt akkurát ikki slapp í finaluna.

 

Besta tíð hjá honum nakrantíð er hansara norðurlendska met á 14:46.33, frá HM í Shanghai í 2011, og annars hevur hann svomið 14:50.66 tá ið hann vann silvur á EM í Berlin í 2014, 14:56.66 í innleiðandi á HM í Shanghai í 2011, og 14:56.90 tá ið hann vann silvur á EM í Budapest í 2010.

 

Pál Joensen má tí svimja upp til sítt allarbesta, fyri at kunna náa finaluna í Rio. Tíðirnar hjá restini eru vælsagtans allar frá hesum farna árinum, ella har á leið, og hinumegin 15 minuttir eru aðrir kendir menn sum t.d. bronsuvinnarin frá OL í 2012, Oussama Mellouli, skrivar heimasíðan hjá svimjisambandinum.

 

Tað sleppa 8 í finaluna, sum verður leygarkvøldið 13. august 2016. Innleiðandi riðlarnir eru fríggjadagin hin 12. august.