Stór avbjóðing hjá NSÍ

Fýra tær seinastu ferðirnar er NSÍ farið av vøllinum við ongum stigi. Soltna úrtøkan hevur borið við sær, at teir í Runavík nú eru á niðurflytingarplássi.
Hesa ferð er avbjóðingin stór. Kári Reynheim og hansara menn skulu vitja við Margáir. Hóast EB/Streymur mikukvøldið var partur av intensari hálvfinalu, so verður heimaliðið roknað at vera stórfavorittur.
Teir í Sundlagnum trívast best, tá ið mótstøðumenninir flyta fólkið fram á vøllin. Tað skulu teir ikki rokna við, at NSÍ fer at gera.
Í NSÍ er miðverjuveteranurin Helgi L. Petersen skaddur, og heldur ikki miðvallarin Jann Martin Mortensen er tøkur.
Pætur Dam Jacobsen er um at koma fyri seg aftur eftir drúgvan skaðasteðg. Hann spældi síðstu løtuna mikukvøldið, tá ið EB/Streymur vann trivaligan sigur á HB í steypakappingini. Bíðað verður framvegis eftir, at Pauli G. Hansen aftur skal verða tøkur. Tað gongur rætta vegin, men tað er ivasamt, um hann verður við sunnudagin.

EB/Streymur - NSÍ: Petur Reinert
sunnudagin klokkan 15.00