Um tað hevði verið fólkatingsval í morgin, so hevði Lars Løkke Rasmussen verið noyddur at handa formanninum í Sosialdemokratínum, Mette Frederiksen, lyklarnar til forsætismálaráðið.
Í nýggjari veljarakanning, sum Epinion hevur gjørt fyri Danmarks Radio, sæst, at flokkarnir, sum eru parlamentariska grundarlagið undir Lars Løkke Rasmussen, eiga undirtøku millum 46,9 prosent av veljarunum, og flokkarnir, sum taka undir við, at Mette Frederiksen verður forsætismálaráðharri, eiga undirtøku millum 52,5 prosent av veljarunum.
Millum politikarar í bæði Vinstra og Sosialdemokratínum er semja um, at stóra orsøkin til, at tað hevur hug at dragna millum Lars Løkke Rasmussen og hansara felagar og Mette Frederiksen og hennara felagar er, at tað undan jólum hevur verið so stór ósemja og nógvur turbolensur í bláa blokkinum.
Serliga hava tað verið teir í stjórnarflokkinum Liberal Alliance, sum hava givið misnøgd til kennar við, at tað ikki hevur eydnast at fáa stóra skattalættan samtyktan, sum teir aftur og aftur hava givið veljarunum lyfti um, at teir fara at fáa.
Umframt stjórnarflokkarnar Vinstra, Konservativu og Liberal Alliance er tað stuðulsflokkurin Dansk Folkeparti, sum er parlamentariska grundarlagið undir stjórnini hjá Lars Løkke Rasmussen. Dansk Folkeparti vil hava, at tað verður táttað í á útlendingaøkinum, og at fleiri pengar verða játtaðir til vælferð, og tað gongur illa at fáa hetta at ganga upp við ynskið hjá Liberal Alliance at fáa skattalætta.
Stóra ósemjan og stóri turbolensurin í bláa blokki hevur eftir øllum at døma flutt veljarar, meðan Mette Frederiksen hevur verið rættiliga tigandi.
Fólkatingsval verður í seinasta lagi 17. juni 2019, og inntil tá er tað avbjóðing hjá Lars Løkke Rasmussen at syrgja fyri, at undirtøkan fyri flokkunum í bláa blokki økist nøkur prosent.