Toppdysturin í dag verður í Fuglafirði, har ÍF fær vitjan av HB.
Meistararnir hava ikki tapt í sjey teimum fyrstu umførunum. Eftir javnleikir í tveimum teimum fyrstu umførunum hevur HB vunnið fimm ferðir við einum máli. Tríggir sigrar eru vunnir í Gundadali, og tveir eru vunnir á útivølli.
Í dag fer HB til Fuglafjarðar. ÍF hevur staðið seg væl, og um tað eydnast fuglfirðingum at vinna fulla úrtøku ídag, so verður fjarstøðan fram til HB bara tvey stig. Um gongdin hjá HB verður, sum hon hevur verið fimm tær seinastu ferðirnar, so verður HB átta stig frammanfyri ÍF!
Manningarliga er HB væl fyri. Hjá ÍF eru fleiri spælarar skaddir og hálvskaddir. Rógvi Jacobsen og Høgni Zachariasen hava drigist við skaðar í fleiri vikur, og fleiri aðrir hava verið hálvskaddir, eitt nú Frank Poulsen og Alexander Jovevic.