11. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er ídag. Lagt verður fyri longu klokkan 11.30, tá ið tað verður grannauppgerð við Løkin í Runavík.
Teir næstbestu hjá NSÍ fáa vitjan av uttanmonnum. Talan er um stóra avbjóðing hjá B68, sum er á uppflytingarplássi. B68 hevur 24 stig, og NSÍ hevur 23 stig. Tá ið liðini 21. apríl hittust á Svangaskarði, vann heimaliðið 1-0.
KÍ, ið er ósigrað oddalið, fær vitjan av Skála, sum er eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Tá ið liðini hittust á Skála, vann KÍ 2-1.
Giza Hoyvík fær vitjan av Víkingi, sum síðstu seks ferðirnar hevur tilsaman vunnið eitt stig og nú er dottið so langt niður, at niðurflytingarstrikan bara er fýra stig burtur. Giza Hoyvík er tvey stig frá strikuni. Giza Hoyvík átti eisini heimavøll, tá ið liðini hittust í sjeynda umfari, og tá vann heimaliðið 2-1.
HB, sum er undir strikuni, fær vitjan av ÍF, sum í sjeynda umfari vann tepran 2-1 heimasigur ímóti HB.
Týskvøldið tapti B71 4-3 í Fuglafirði. Í dag eru sandoyingar í Suðuroy. Tá ið liðini hittust á Sandi var talan um málríka uppgerð, sum heimaliðið vann 6-4.
KÍ – Skála: Alex Troleis kl. 13.00
NSÍ – B68: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 11.30
Giza Hoyvíkingur – Víkingur: Rani A. Skaalum kl. 16.00
HB – ÍF: Janus Fossdalsá kl. 15.00
Suðringar – B71: Rúni Gaardbo kl. 15.00
Støðan undan 11. umfari
KÍ | 10 | 9 | 1 | 0 | 29 | 7 | 28 |
B68 | 10 | 8 | 0 | 2 | 30 | 13 | 24 |
NSÍ | 10 | 7 | 2 | 1 | 27 | 11 | 23 |
ÍF | 10 | 6 | 2 | 2 | 32 | 18 | 20 |
B71 | 10 | 5 | 0 | 5 | 20 | 22 | 15 |
Víkingur | 10 | 3 | 1 | 6 | 15 | 22 | 10 |
Giza Hoyvík | 10 | 2 | 2 | 6 | 11 | 20 | 8 |
Skála | 10 | 2 | 1 | 7 | 13 | 19 | 7 |
HB | 10 | 2 | 0 | 8 | 13 | 16 | 6 |
Suðringar | 10 | 0 | 3 | 7 | 10 | 52 | 3 |