Stór avbjóðing bíðar í Aalborg

Hóast danska liðið er stinnari enn bæði tað norðurírska og Serbia, sum fyrr í heyst vann trivaligan sigur á Føroyum, so halda venjararnir, at møguleiki er fyri, at styrkta føroyska liðið kann gera um seg

Í gjárkvøldið kom U21 landsliðið upp á pláss í Aalborg. EM undan­kappingardysturin ímóti Danmark verður fríggjakvøldið klokkan 18 á heimavøllinum hjá superliguliðnum AaB – Energi Nord Arena.
Tjúgu spælarar eru í ferðalagnum, og fyrrapartin fríggjadagin fara teir báðir venjararnir, Heðin Askham og Bill Jacobsen, at siga teimum, hvørjir ellivu skulu á vøllin frá fyrsta bríksli, og hvørjir tveir skulu út millum áskoðararnar at sita. Áset­ingarnar siga, at bara átjan nøvn kunnu vera á listanum.
Á skránni inntil fríggjakvøldið eru hvíld, fundir og video og so tvær venjingar. Tann fyrra verður í dag klokkan 16, og tann seinna verður hóskvøldið klokkan 18 á Energi Nord Arena.
Fleiri av teimum, sum hava aldur at spæla á U21 landsliðnum, hava seinastu ferðirnar verið í a-lands­liðshópinum. A-landsliðið er liðugt fyri í ár, og tí eru hesir spæl­ararnir við í Aalborg. Tað snýr seg fyrst og fremst um Jóan Símun Edmundsson, og so um Viljorm Davidsen úr FC Fyn og Gilla Sørensen, sum nú umboðar TB.

Alt skal rigga
Í hesi kappingini hava Føroyar higar­til spælt tríggjar dystir. Í tí fyrsta, sum var í Gundadali, eydn­aðíst tað at røkka málleysum javn­leiki ímóti Norðurírlandi. Síðani hava Føroyar lagt rygg til 4-0 tap í Norðurírlandi og 5-1 tap í Serbia.
Føroysku venjararnir hava hugt eftir upptøku av dystinum millum Norðurírland og Danmark. Hóast danski liðformaðurin, Mathias Zanka Jørgensen, í Belfast varð út­vístur tríggjar minuttir undan steðg­inum, so vann Danmark 3-0, og hóast Føroyar taptu 5-1 í Serbia, so ivast føroysku venjararnir ikki í, at danska liðið er tað stinnasta í bólkinum.
Tá ið vit spyrja, um tað so skal roknast við stórum skrædli í Aalborg fríggjakvøldið, so svarar Bill Jacobsen soleiðis:
– Tað er ein møguleiki fyri tí. Men tað er eisini upp til okkum sjálvar at vera við til at avgera. Á heima­vølli ímóti Norðurírlandi stemm­aði tað væl hjá okkum, og tá rukku vit góðum úrsliti. Í Norður­írlandi riggaði einki. Keturnar hingu ikki saman, og talan var um eina ørgrynnu av persónligum mis­tøk­um. Tí skolaðu málini ígjøgnum. Niðri í Serbia var talan um gott liðavrik, men persónligu mistøkini vórðu sektað, so tað stóð eftir í. Tað er møguleiki fyri góðum úrsliti, men so skal liðið hanga saman, og so skulu vit sleppa undan persónligu mistøkunum.

Nýggjar fyritreytir
Fyritreytirnar undan dystinum eru so góðar, sum tær kunnu vera. Lands­kappingin heima á landi er í hæddini, og tí er venjingarstøðan so góð, sum tað ber henni til at vera. Og so eru tað teir tríggir omanfyri nevndu spælararnir, sum eru komnir aftrat, og sum tað verður roknað nógv við. Ikki minst Jóan Símun Edmundsson, sum hevur verið fastur maður í álopinum á a-lands­liðnum.
– Vit hava skift eitt sindur frá dysti og til dyst tær tríggjar ferð­ir­nar, sum vit hava spælt í ár, og tað er greitt, at broytingar fara at verða gjørdar aftur hesa ferð. Eitt nú skulu vit hava pláss fyri Jóan Símuni Edmundsson. Tað er ein møgu­leiki fyri, at hann verður fremstur, men tað er kanska meiri sannlíkt, at hann verður hangandi álopsspælari, og tað kann eisini hugsast, at hann verður í øðrum borð­inum, sigur Bill Jacobsen.
Føroysku spælararnir í Aalborg eru Hans Jørgensen, 07 Vestur, Teitur Gestson, HB, Rógvi Holm, HB, Heini Vatnsdal, FC Suðuroy, Sørmundur Kalsø, KÍ, Erling Jacobsen, Víkingur, Høgni Eysturoy, B36, René S. Jacobsen, Brøndby, Viljormur Davidsen, FC Fyn, Gilli Sørensen, TB, Karl Løkin, ÍF, Dánjal á Lakjuni, ÍF, Gunnar Zachariasen, AB Danmark, Róaldur Jacobsen, B36, André Olsen, B68, Hallur Hansson, HB, Kaj Leo í Bartalsstovu, Víkingur, Páll A. Klettskarð, Víkingur, Klæmint A. Olsen, NSÍ og Jóan Símun Edmundsson, Newcastle.
Tað er ókeypis atgongd til dystin, og tað verður roknað við, at før­oyskir áskoðarar fara at síggj­ast og hoyrast. Eitt nú skipar føroy­inga­felagið í Århus fyri bussferð norður til Aalborg, og í Norðurjyllandi búgva nógvir føroyingar, sum fríggja­kvøldið hava møguleika at síggja føroyskt landslið spæla, uttan at tað nýtist teimum at ferðast so ógv­uliga langt.
Dysturin verður vístur á TV2 Sport, og fyrsta bríkslið verður fríggja­dagin klokkan 17.00 før­oyska tíð.