Stór alda millum Ísland og Føroyar

Lágtrýstið, sum gevur nógvan vind í Føroyum í dag, hevur eisini storm við sær í Íslandi. Har hava veðurmenninir ávarað um storm á Suðurlandinum og Suðureysturlandinum við vindmegi upp í 35 metrar um sekundið.

Men íslendingar ávara ikki bara um nógvan vind. Íslendska sjóverjan hevur sent út ávaring um, at lágtrýstið fer at elva til stóra aldu úti fyri Suðureysturlandinum í nátt og í morgin. Sagt verður, at aldan verður um 14 metrar høg, og ein starvsmaður hjá sjóverjuni sigur við Morgunblaðið, at tað er sjáldan, at aldan verður so stór. Sjóverjan hevur mælt øllum skipum í økinum til at vísa varsemi.

Lágtrýstið, sum elvir til nógvan vind og stóra aldu, er eystan fyri Ísland og fer í landnyrðing. Tað er umleið 955 hpa.