Tað ferðaðst nógv færri ferðafólk við ferjunum hjá Strandferðsluni í fjør enn tað gjørdu 2019. Tað er úrslitið, nú Strandferðslan hevur gjørt árið upp. Annars gjørdi føroyingar nógv av at ferðast í egnum landi í fjør, men samanumtikið var úrslitið kortini, at Strandferðslan misti nógv ferðafólk.
Úrslitið vísir nevniliga, at í fjør ferðaðust 571.083 ferðafólk við skipunum hjá Strandferðsluni, og tað eru 112.676 ferðafólk færri enn í 2019 tá ið ferðafólkini vóru 683.759 í talið. Sostatt er talan um eina minkng upp á sløk 16,5 prosent.
Talið á bilum er eisini minkað, men ikki so nógv. Í fjør førdu ferjurnar hjá Strandferðsluni 170.090 bilar, og tað eru 4.282 bilar, ella 2,5 prosent, færri enn í 2019 tá ið talið á bilum var 174.372.
##med2##
Hjá nógv størstu ferjuni, Smyrli er minkingin eyðvitað eisini stór. Í fjør førdi Smyril 226.772 ferðafólk og tað eru 37.526 ferðafólk, ella góð 14,2 prosent færri enn í 2019 tá ið ferðafólkatalið við Smyrli var 264.298 fólk.
Samstundis førdi Smyril 96.403 bilar í fjør, og tað eru 9.053 bilar, ella 8,6 prosent færri enn hann gjørdi í 2019 tá ið 105.456 bilar vóru við Smyrli.