ST aðalskrivarin, António Guterres, fer í næstu viku á vitjan í økjum, sum eru rakt av tí, hann kallar »veðurlagsvanlukku«, sum vit ikki hava sæð áður.
Tað sigur Stephane Dujarric, talspersónur hjá ST, skrivar tíðindastovan Reuters.
Væntandi fer Guterres at vitja pakstanska høvuðsstaðin, Islamabad, 9. til 11. september.
Landið hevur, síðani monsunregnið byrjaði í juni, verið rakt av ringastu vatnflóð í tíggju ár.
Um 1.100 fólk eru deyð.
Vatnnøgdirnar hava lagt í oyði bæði vegir, vøkstur og brýr.
Umleið 15 prosent av landsins fólki – 33 milliónir av 220 milliónum, eru rakt av vatnflóðini.
/ritzau/
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##