St Ola ikki nøktandi

Upp á fyrispurning frá Jaspuri Vang ásannar Johan Dahl, landsstýrismaður, at komforturin og umstøðurnar annars ikki eru nøktandi, men tað var einasti møguleikin hesaferð

Nú St Ola skal avloysa Smyril, meðan hann er í dokk at umvæla stabilisatorarnar, stúra nógvir suðuroyingar fyri farleiðini um Suðuroyarfjørð. Og tað hevur fingið Jaspur Vang at seta Johan Dahl, landsstýrismanni, fyrispurning hesum viðvíkjandi.

Spurningurin var:

1. Heldur landsstýrismaðurin, at ferjan St Ola er hóskandi avloysaraskip at seta í sigling um Suðuroyarfjørð á vetrardegi, nú Smyril fer í dokk?

2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at tryggja Strandfaraskipum Landsins neyðugan fíggjarkarm soleiðis, at stovnurin frameftir fær:

• neyðugt skotbrá at leita eftir og finna hóskandi avloysaraskip, tá skipini hjá Strandfaraskipum Landsins eru til eftirlit og umvælingar? og

• umstøður at tilrættaleggja sítt virksemi soleiðis, at stovnurin kann bíleggja dokk í so góðari tíð, at eftirlit og umvælingar kunnu verða framd summarhálvuna?

 

Svarið frá Johan Dahl var soljóðandi:

»Eingin ivi er um, at komforturin og umstøðurnar annars ikki eru líka góðar á St Ola sum á Smyrli, umframt at støddin á skipinum darvar farmaflutninginum.

Hinvegin er í hesum føri ikki talan um regluliga dokking, og tí er hon heldur ikki tikin við í ætlanunum hjá Strandfaraskipum Landsins á fíggjarlógini fyri 2008. SL hevur ásannað, at einki annað skip er at finna á marknaðinum í løtuni, og St Ola lýkur øll trygdarkrøv sum eru sett til skip fyri at røkja siglingina um Suðuroyarfjørð.

Hóast dokkingin ikki er reglulig, er hon tó neyðug fyri at tryggja stabilisatorarnar og at fáa hesar eftirhugdar og settar í stand, áðrenn Smyril fer undir vetrarsigling.

 

2. Um alt gongur gongur eftir ætlan skal Smyril ikki í dokk aftur fyrr enn til heystar í 2010. Tí er góð tíð at royna at finna hóskandi avloysaraskip, og at taka hædd fyri hesum í fíggjarlógini fyri 2010.

Um valt verður at leiga størri avloysaraskip, má roknast við, at hetta verður dýrari fyri Strandferðsluna, og tí má hetta avspeglast í játtanini til stovnin í 2010.

 

Eg fari at miða eftir at finna eitt hóskandi avloysaraskip í góðari tíð næstu ferð Smyril skal í dokk, og vónandi fer hetta at merkja, at tað ber til at finna eitt avloysaraskip av hóskandi stødd, og har umstøðurnar annars eru í lagi. Tað skal annars havast í huga, at mesti farmur og flestu fólk ferðast í summarhálvuni«.