Ferjan, sum skal loysa Smyril av, fekk ein sjógv á veg út í Vestmannaoyggjarnar í gjárkvøldið Estlendska ferjan St. Ola hevur røkt siglingina millum Þorlákshöfn og Vestmannaoyggjarnar fyri ferjuna Herjólf, sum er í dokk.
Óhappið hendi um sjeytíðina í gjárkvøldið, tá St. Ola var á veg út í Vestmannaoyggjarnar. Skipið fekk ein sjógv inn á stýriborð, og tríggir rútar í salongini fóru. St. Ola helt tó leiðina fram út í Oyggjarnar, hagar skipið kom nakað eftir midnátt.
Morgunblaðið skrivar, at aldan var um 10 metrar høg, tá óhappið hendi. 41 ferðafólk vóru umborð, men eingin fekk skaða.
Hetta er triðju ferð, at St. Ola er avloysaraskip í Íslandi, og tá Smyril fer í dokk seinni í mánaðinum, skal St. Ola sigla millum Havnina og Suðuroynna.










