ST er ikki ein heimsstjórn, ST er felagsskapurin hjá núverandi limunum, altso heimsins fullveldislondum. Sigast kann, at ST var úrslitið, sum vinnandi londini í seinna heimsbardaga samdust um. Men ST var ikki fyrsti heimsfelagskapurin. Eftir ræðuleikarnir undir fyrra veraldarbardaga var semja um at gera eina heimsskipan, sum skuldi tryggja, at slíkt ikki tók seg upp aftur.
Fólkasamgongan, sum felagsskapurin nevndist, var ógvuliga idealistiskur og kláraði heldur ikki at fyribyrgja eitt nú 2. heimsbardaga. Fólkasamgongan var í stóran mun bygd á eina hugsjón um rættvísi. Ræðuleikarnir undir 2. veraldarbardaga og royndirnar frá Fólkasamgonguni elvdu til, at nýggi felagsskapurin bleiv bygdur við ordan og javnvág sum beinagrind. Og millum annað tí varð avgjørt, at Trygdarráðið skuldi hava fimm fastar limir, sum tá vóru tey valdsmiklastu londini.
Men ST er meira ein bara orrustur. Nógv verður eisini arbeitt við fíggjar- og búskapar-, og handilsviðurskiftum,sum m.a. sæst í sonevndu World Bank Group, IMO og WTO.
Búskapur
Búskapur hevur stóra ávirkan á, hvussu lond og landspartar klára seg. Búskaparviðurskifti er ógviliga grundleggjandi fyri støður. Tí hevur ST eisini langt dent á at hava serstovnar á hesum økjum í sonevndu ST familjuni: Her verður serliga hugsað um World Bank Group, IMF og WTO. Stutt lýsing av einstøku felagsskapirnir sæst aðra staðni á síðuni..
World Bank Group, ella tað sum í vanligari talu verður nevnt Heimsbankin fæst serliga við at menna menningarlond, men eisini við at fylgja við í hvat fyriferst kring heimin. Tí verður stórur dentur lagdur á frágreiðingar, sum meta um støðuna og hvørji inntriv eru hóskandi. Núverandi forsetin í World Bank Group, Paul Wolfowitz hevur eisini verið nógv frammi í fjølmiðlunum og soleiðis verið við til at sett Heimsbankan á dagsskrá. Heimsbankin og IMF hava annars verið ákærd fyri at vera longdi armurin hjá vesturheiminum – og serliga USA - undir kalda krígnum og soleiðis stuðla liberalum pørtum í triðjaheimslondum.
Heimsbankin leggur serliga dent á at menna triðjaheimslond, men er ein týdningarmikil leikari tá talan er um metingar og rák í heimsbúskapinum, bæði mett undir einum, regionalt og í einstøki londunum. Heimsbankin hevur ein umfatandi databasa, sum kann brúkast til metingar av ymsum slagi.
Stóran týdning
Sigast kann at Heimsbankin sum stovnur hevur stóran týdning í arbeiðnum at menna fátækaru londini. Tað verður bæði gjørt við krøvum fyri at læta lán ella annað slag av fígging. Men eisini á arbeiðnum at seta krøv til ríkaru og sterkaru londini. Tí skulu vit eisini síggja World Bank Group, IMF og WTO sum stovnar ið hava hvør sín part í tilgongdini at hava frælsari marknaðir og at menna fátæk lond. Hesir stovnar eru kjarnin í einum meira umfatandi búskaparligum samstarvi kring heimin, sum umvegis samstarv og menning av fátæku londunum skal verða við til at skapa ein rættvísari og tryggari heim.
FAKTA
Stovnar í ST familjuni sum arbeiða beinleiðis við búskapi, fígging og handli.
World Bank Group
IBRD, International Bank for Reconstruction and Development
Arbeiðir við at menna miðalfátæk lond, IDA, International Development Assocation arbeiðir við teim fátækstu londunum. Amboð eru millum annað lagalig lán og kredittir. Serligur dentur verður lagdur á útbúgving, heilsu, samskifti og infrastruktur.
IFC, International Finance Corporation, er privat sektor armurin hjá World Bank Group og leggur seg serliga eftir at menna privata geiran í menningarlondum
MIGA, Multilateral Investment Guarantee Agency. Høvuðsendamálið hjá MIGA er at fáa útlendskar íløgur í menningarlond.
ICSID, International Center for Settlement of Investment Disputes. Høvuðsendamálið er at hava ein stovn, sum kann taka sær av ósemjum millum lond og privatar útlendskar íleggjarar.
IMF
International Monetary Fund, hevur trý høvuðsøkir. IMF eygleiðir støðuna kring heimin; IMF kann læna londum pening og IMF kann veita londum serkunnleika
WTO
World Trade Organization, er einasti heimsumfevnandi felagsskapurin sum arbeiðir við handli ímillum lond, soleiðis at hetta verður í skipaðum kørmum.










