Tað kom óvart á meg, at eg hevði vunnið. Tað sigur Bárður Oskarsson, sum nú hevur vunnið virðislønina hjá Norðurlandaráðnum fyri barna- og ungdómsbókmentir.
Tað var kendi svenski barnabókarithøvundurin, Gunilla Bergstrøm, sum handaði virðislønina. Hon segði, at vinnandi bókin er ein, sum torir at taka sær stundir í einum veruleika, har vit alla tíðina verða bumbarderað av inntrykkum.
Og Bárður Oskarsson sigur, at hann visti heldur ikki av, at hann hevði vunnið, fyrrenn eitt sindur aftan á. Hann hevði roynt at fylgt við á netinum, men sambandi var so vánligt, at hann fekk einki við, so hann fór heldur í holt við uppvaskið. Tá ringdi telefonin við boðunum um, at hann hevði vunnið.
Sjálvur skuldi hann at ferðast, so hann fekk ikki verið í Oslo, men trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá.